SKRIVSTOVUINNBÚGV

Vit eru farin í tætt samstarv við Møbel-Gruppen A/S, tí saman við teimum eru vit før fyri at veita mestsum alt til skrivstovur, fundarrúm, bankadeildir, bíðirúm, uppihaldstovur ella til eina heila nýggja fyritøku.

Hvørki Innsport ella Møbel-Gruppen framleiða sjálvi, tí kunnu vit velja sum okkum lystir á øllum hillum hjá bestu framleiðarunum eftir ynski og krøvum, sum sett vera einstøku ætlanunum. Á tann hátt kunnu vit hjálpa við at seta saman bestu vørurnar til fullkomnu loysnina.

 

Møbel-Gruppen hevur meira enn 50 ára royndir í hesi vinnuni, og teirra know-how er tøkt til eina og hvørja tíð, tá tú samstarvar við okkum.

Vit síggja fram til at veita tær hjálp, næstu ferð, tú hevur tørv á innbúgvi til fyritøkuna.

Trýst á myndina og sí stóra úrvali í vøruskránni.