Spælipláss

Tørvar tær eitt spælipláss?

Vit hava fleiri ára royndir, tá tað snýr seg um spælipláss. Ger nýtslu av vitan okkara, soleiðis at tú kanst nýta orkuna, har júst tín serkunnleiki er.

Vit eru altíð tilreiðar at geva ráð í sambandi við spæliamboð/tól, verju, fallundirlag og annað. Vit hava eisini okkara egnu arkitektar, sum kunnu vera við at veita tær fullkomnu loysnina.

 

INNSPORT hevur samstarvsavtalu við UNIQA. Saman við teimum hava vit veitt bæði innbúgv, fitnessvøllir, margvøllir og spælipláss.

 

UNIQA umboðar spæliamboð, útgerð til lundir/grasagarðar, uttandura fitness og innbúgv til skúlar og barnagarðar fra fleiri av størstu og fremstu framleiðarunum í Evropa.

 

Gott vøruúrval

Flestu starvsfólkini í UNIQA hava fingist við spæliamboð í nógv ár, áðrenn tey stovnaðu fyritøkuna. Sostatt hava tey royndirnar at velja bestu nøvnini út innan einstøku økini, og á tann hátt bjóða viðskiftafólkunum eitt samlað vøruúrval uttan kapping. Frá klassiskum spæliplássum og vøkrum náttúruspæliplássum til stílrein og bærilig spæliøki, sum hóska til landslagið, og haraftrat alt tað nýggjasta innanfyri tvívegis/interaktiva spæliplásstøkni, har teldur, alnet, ljós og ljóð ganga upp í eina hægri eind. Alt er sjálvandi góðkent sambært EN standardi 1176, gjølliga valt út og eyðkent við høgari framleiðslugóðsku. Av tí at vørurnar vanliga verða framleiddar í londum sum Danmark, Finnlandi, Svøríki, Hollandi og Týsklandi, eru ongi óneyðug flutningsgjøld.

 

Vónandi er hetta konseptið nakað fyri tykkum. Vit halda sjálvi, at hetta er nakað av tí besta á marknaðinum í dag. Um tit hava ætlanir við onkrum, sum skal setast í gongd, so eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum.